Rakstrarætlan
Hevur tú tørv á at gera eina rakstrarætlan, kanst tú finna eina skablón her:
Set teg í samband við okkum um tær tørvar ráðgeving til rakstrarætlan. Vit hjálpa fegin.
ALS
https://www.als.fo/Høvuðsendamálini hjá ALS eru at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, og at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði,
og harumframt at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin.
Fiskivinnuroyndir
http://www.fvg.fo/Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.
Visit Faroe Islands
https://www.visitfaroeislands.com/Visit Faroe Islands veitir stuðul til ferðavinnu átøk.
Vinnuframi
https://vinnuframi.fo/Endamálið hjá Vinnuframa er , at hann skal stuðla vinnuni í avmarkaðan mun – uttan at veita rakstrar- og íløgustuðul. Grunnurin stuðlar tiltøkum sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan.Allar vinnur
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
https://hfs.fo/webcenter/portal/HFSStovnurin hevur til endamál at tryggja mat og djórðaheilsu í Føroyum.
Útoyggjamenning
https://www.uvmr.fo/fo/arbeidsoki/kommunumal/studul-til-utoyggjamenning/Endamálið við útoyggjamenning er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar.
Framtak
http://framtak.fo/Framtak er ein vinnurekandi grunnur og virkar eftir marknaðartreytum eins og vinnan sjálv.
Nordisk Kulturkontakt
https://www.nordiskkulturkontakt.org/en/Nordisk Kulturkontakt veitir stuðul innan trý høvuðsøki: flytføri (herundir til netverk) & búdeplar, mentan & list og telduspøl.
Nordisk Kulturfond
https://www.nordiskkulturfond.org/enVeitir stuðul til mentan og list í norðanlondum.
TAKS
https://www.taks.fo/fo/borgari/bolkar/at-stovna-virki/Endamálið við TAKS er at tryggja samfelagnum inntøkur, umsita veitingar og at verja samfelagið ímóti ólógligum inn- og útflutningi.
NATA
https://www.northatlantic-islands.com/da/NATA veitir stuðul til verkætlanir, sum fremja ferðavinnusamstarv millum Grønland, Ísland og Føroyar.
Royndin
https://www.foroyagrunnurin.fo/Endamálið við felagnum er sum framtaksfelag at gera íløgur í fyrst og fremst føroyskt vinnuvirksemi við avkasti fyri eyga og samstundis stimbra føroyskum fyritøkum at mennast og vaksa
Hópfígging
https://www.hopfigging.fo/Endamálið við Hópfíggingarportalinum er at stuðla upp undir og menna íverksetan í Føroyum við at gera tað lættari hjá íverksetarum og íleggjarum at finna hvønn annan.
Norðurlandahúsið
https://www.nlh.fo/Endamálið hjá Norðurlandahúsinum er fyrst og fremst at miðla norðurlendska mentan til Føroya og føroyska mentan til Norðurlond. Norðurlandahúsið skal harumframt stuðla føroyskum mentanarlívi í tøttum samstarvi við føroysk mentanarfólk.
Nordic Innovation House
https://www.nordicinnovationhouse.com/Nordic Innovation houses eru íverksetarahús, sum millum annað bjóða innivist, ráðgeving og netverk til nýskapandi norðurlendskir íverksetarar og fyritøkur, sum ynskja at vaksa á altjóða marknaðinum.
Skipasmiðjustuðul
https://vinnuframi.fo/skipasmidjurFøroyskar skipa- og bátasmiðjur og onnur kunnu søkja Vinnuframa, ið umsitur stuðul til skipasmiðjur, um stuðul at byggja og umbyggja skip, bátar og aðrar flótandi eindir.
Granskingarráðið
https://www.gransking.fo/Høvuðsarbeiðsøki hjá Granskingarráðnum er at ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum, og harumframt at umsita Granskingargrunnin, sum veitir fígging til gransking og menning
Vinnuhúsið
https://www.industry.fo/Føroya Arbeiðsgevarafelag eigur og rekur Vinnuhúsið og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av virkseminum í húsinum.
FarLit
https://www.farlit.fo/FarLit varpar ljós á føroyskar bókmentir í útheiminum við tí endamálinum at fáa upprunaføroyskar bókmentir týddar og útgivnar á øðrum málum.
Mentanargrunnurin
https://mentanargrunnur.fo/Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum, bæði hjá leikum og lærdum.
Afturberingarskipanin til film
https://filmshusid.fo/Tað er Filmhúsið, ið varðar av umsóknum um stuðul viðvíkjandi filmi í Føroyum.
Búagrunnurin
https://www.uvmr.fo/fo/um-radid/vinnuframaskipanir/buagrunnurin/Búagrunnurin hevur til endamáls at stuðla føroyskum vinnulívi, serliga fiskivinnuni.
Føroyagrunnurin frá 1971
https://www.foroyagrunnurin.fo/Føroyagrunnurin frá 1971 er vinnurekandi grunnur, sum hevur til endamáls at eiga partapening í JFK og øðrum fyritøkum. Somuleiðis hevur grunnurin til endamáls at brúka part av rentuinntøkunum til stuðul til lesandi innan fiskivinnuna.
Skráseting Føroya
https://www.skraseting.fo/fo/feloeg/stovna-felagSkráseting Føroya umsitur upplýsingarnar um feløg. Felagsskrásetingin skrásetur m.a. nýggj feløg og broytingar í skrásettu feløgnum.
Útnorðurgrunnurin
https://vestnorden.is/Endamálið hja Útnorðurgrunninum, den nordiske udviklingsfond for Vestnorden, er at fremja menningina av einum fjøtáttaðum kappingarførum vinnulívið í Útnorður við at veita lán, tilskot og stilla garantiir fyri verkætlanum sum hava tilknýti til ella eru til fyrimuns fyri smáar og millumstórar fyritøkur.
Dansk-Færøsk Kulturfond
https://www.rigsombudsmanden.fo/sagsomraader/dansk-faeroesk-kulturfond/Endamál grunsins er at fremja andliga sambandið millum Føroyar og restina av danska ríkinum. Í hesum liggur mentanarflutningur í breiðari merking millum Føroyar og Danmark og eisini millum Føroyar og Grønland.