Stovna fyritøku

Fyrsta stig er tikið og tú ert nú í gongd við at byrja tína fyritøku.

Her kanst tú lesa meir um at skráseta fyritøku á vinnuskránni, og hvat slag av fyritøku talan er um.

Tey sum ætla at reka virksemi í felagsháttunum parta- og smápartafeløg og íverksetarafeløg, skulu eisini skráseta seg hjá Skráseting Føroya.

Ert tú íverkseti ella umhugsar tú at seta egna fyritøku á stovn?

Vit eru her fyri at hjálpa tær.

Okkara mál er at geva tær tey bestu líkindi fyri at tú eydnast sum íverkseti. Vit bjóða ókeypis ráðgeving til, hvussu títt hugskot kann føra til virksemi, sum gevur yvirskot.

Byrjunarprát – Set teg í samband við okkum um tær tørvar ráðgeving ella íblástur

Tú situr ivaleyst við spurningum, ið tú fegin vil hava svaraðir. Vit vita, hvussu týdningarmikið tað er at koma væl frá byrjan. Tessvegna bjóða vit øllum áhugaðum til eitt byrjunarprát, sum hevur til endamál at geva tær svar uppá tíni ivamál og kunnu teg, um tey mest grundleggjandi viðurskiftini innan íverksetan. Byrunarprátið kann møguliga eisini hjálpa tær at meta um, hvussu langt tú ert komin í tínari avgerðargongd til at seta egna fyritøku á stovn. Ynskir tú eitt prát, set teg í samband við okkum her – vit hjálpa fegin.

Vinnuframaskipanin

Íverksetarahusið Hevur tú eitt hugskot ella arbeiðir tú við eini verkætlan og manglar íblástur ella sparring, so hjálpa kanst tú fáa okeypis ráðgeving frá Íverksetarahúsinum. Harumframt kanst tú leiga skrivstovupláss í einum professionellum umhvørvið, verður tú partur av einum breiðum og fjølbroytum felagsskapi av íverksetum.

Vinnuframi Hevur tú tørv á at fáa stuðul, kanst tú seta teg í samban við VInnuframa. Endamálið hjá Vinnuframa er, at hann skal stuðla vinnuni í avmarkaðan mun – uttan at veita rakstrar- og íløgustuðul. Grunnurin stuðlar tiltøkum sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan.

Framtak Hevur tín fyritøka fyribils trupulleikar við gjaldførinum ella tørv á at gera nýggjar íløgur fyri at menna seg, so kann framtak møguliga hjálpa tær við fíggingini. Hevur tú tørv á einum íleggjara, kanst tú seta teg í samband við Framtak.

Visit Faroe Islands Hevur til endamál at skapa vøkstur í føroysku ferðavinnuna. Arbeitt verður við at selja Føroyar alt árið, bæði innan frítíðarferðavinnu og vinnuferðavinnu, og verður hetta gjørt í tøttum samstarvi við vinnuna.

Hópfígging Hevur tú tørv á fígging til eina verkætlan, so er Hópfígging ein møguleiki. Tað er Íverksetarahúsið sum umsitur Hópfígginarportalin.

Heintar slóðir hjá íverksetarum        

Taks Stovnar tú eitt einstaklingsvirkir ella eitt íognarfelag skal tú seta teg í samband við Taks. Her kanst tú lesa meir um at skráseta fyritøku á vinnuskránni, og hvat slag av fyritøku talan er um.

Skráseting Føroya Bert tey sum ætla at reka virksemi í felagsháttunum parta- og smápartafeløg og íverksetarafeløg skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya

Vinnuhúsið Vinnuhúsið veitir millum annað ráðgeving til arbeiðgevarir og virkar sum ein áhugafelagskapur hjá vinnulívinum í Føroyum

Hugskotið Veitir ráðgeving og innivist til íverksetarar.

Ráðgeving frá einum serfrøðingi

Ert tú íverkseti og hevur tín fyritøka tørv á einum íkasti frá einum fakfólki ella serfrøðingi, ert tú somuleiðis vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit brúka javnan okkra stóra og breiða netverk av fakfólki og vinnuaktørum til at knýta sambond við íverksetarar. Harumframt verður regluliga skpiað fyri tiltakinum ‘Hitt ein serfrøðing’, sum er eitt tilboð um stutta ein-til-ein ráðgeving. Serfrøðingar innan m.a løgfrøði, marknaðarføring, fígging og grannskoðan eru tilreiðar at geva tær 20 minuttir ókeypis ráðgeving ella sparring um tína fyritøku ella íverksetarahugskot. Fylg við her á síðuni, fyri at finna útav nær tiltakið verður næstu ferð.

Set teg í samband við okkum um tær tørvar ráðgeving ella íblástur. Vit hjálpa fegin.

byrjanRáðgevingSlag av fyritøkuSøla & Marknaðarføring
byrjan
byrjanRáðgevingSlag av fyritøkuSøla & Marknaðarføring