Virkisætlan

Vit ráða øllum íverksetum at gera eina virkisætlan (Business Plan), ið er eitt gott amboð hjá einari fyritøku at nýta. Ein virkisætlan er eitt skjal, sum lýsir tínar ætlanir við fyritøkuni, og hvsussu tú ætlar tær at røkka hesum ætlanum.

Virkisætlanin kann hjálpa tær at fá yvirlit og meta um  núverandi støðuna hjá fyritøkuni, og harvið hvar tú frameftir skal leggja tína orku.    

Hevur tú tørv á at gera eina virkisætlan, kanst tú finna eina skablón her: Virkisætlan-Tak niður

Set teg í samband við okkum um tær tørvar ráðgeving til at gera eina virkisætlan. Vit hjálpa fegin.