Sendistovan í Ísrael
– fyriskipar Nordic-Israeli GreenTech Ecosystem Leaders Academy
Føroyingar, sum arbeiða við íverksetan, hava møguleika at luttaka í skeiðinum ”Nordic-Israeli GreenTech Ecosystem Leaders Academy”, ið verður fyriskipað av norðurlendsku sendistovunum í Ísrael.
Skeiðið gevur luttakarum møguleika fyri slóðbrótandi førleikamenning og at læra frá nøkrum av fremstu serfrøðingum í Ísrael innan íverksetan.
Sendistovurnar hjá Føroyum, Danmark, Finnlandi, Noreg og Svøríki í Ísrael fyriskipa skeiðið, í samstarvi við Innovation Centre Denmark. Skeiðið er ætlað íverksetum, leiðarum, ráðgevum og øðrum, ið á ymsan hátt arbeiða við íverksetan og nýmenning, eitt nú í fyritøkum, feløgum, granskarasetrum og stovnum.
Skeiðið hevur serligt fokus á grøna tøkni. Ísrael eru kendar kring heimin sum ein íverksetaratjóð, og Ísrael er í fremstu røð, tá hugt verður eftir ymsum mátum viðvíkjandi nýmenning. Eitt nú er Ísrael fremst í heiminum um hugt verður eftir váðafúsum íløgum (venture capital) í mun til BTÚ og nýstovnað virki í mun til íbúgvatali.
Skeiðið hevur heitið “Using Israeli best-practice: Hypergrowth for Nordic Green Tech start-ups”, og tekur støðið í royndum úr Ísrael.
Skeiðið er online, og fevnir eitt nú um vegleiðing tillagað einstøku luttakararnar og talgildar rundborðsfundir saman við ísraelskum serfrøðingum.
Skeiðið verður í tíðarskeiðinum apríl til juni 2021 og fevnir um:
3 undirvísingartímar við vegleiðarum, um nýggjastu evni og rák innan menning av íverksetara umhvørvum
3 talgildar og samvirknar rundborðsfundir við leiðarum úr íverksetanar umhvørvum í Ísrael Ítøkiligar vegleiðingarætlanir og skráir, sum verða tillagaðar teimum 25 virknaðust luttakarunum
3 poddvørp