Ársins Íverksetaradagur 2022

Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum ársins íverkseti 2022?  

Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til, hvør tú heldur skal verða ársins íverkseti 2022.

Øll kunnu koma við tilnevningum.

Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan.

Í tí sambandi verður ársins íverkseti funnin og latin eina heiðursløn. Heiðurslønin sum ársins íverkseti verður vanliga latin á ársins íverksetaradegi, sum verður fríggjadagin 23. september 2022.

Lýst verður við skránni seinni.