Vinnuframi
Endamálið hjá Vinnuframa er , at hann skal stuðla vinnuni í avmarkaðan mun – uttan at veita rakstrar- og íløgustuðul. Grunnurin stuðlar tiltøkum sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan.Allar vinnur
Endamálið hjá Vinnuframa er , at hann skal stuðla vinnuni í avmarkaðan mun – uttan at veita rakstrar- og íløgustuðul. Grunnurin stuðlar tiltøkum sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan.Allar vinnur
Tað er Filmhúsið, ið varðar av umsóknum um stuðul viðvíkjandi filmi í Føroyum.
Visit Faroe Islands veitir stuðul til ferðavinnu átøk.
Búagrunnurin hevur til endamáls at stuðla føroyskum vinnulívi, serliga fiskivinnuni.
Endamálið við útoyggjamenning er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar.
Endamál grunsins er at fremja andliga sambandið millum Føroyar og restina av danska ríkinum. Í hesum liggur mentanarflutningur í breiðari merking millum Føroyar og Danmark og eisini millum Føroyar og Grønland.
FarLit varpar ljós á føroyskar bókmentir í útheiminum við tí endamálinum at fáa upprunaføroyskar bókmentir týddar og útgivnar á øðrum málum.
Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.
Høvuðsarbeiðsøki hjá Granskingarráðnum er at ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum, og harumframt at umsita Granskingargrunnin, sum veitir fígging til gransking og menning
Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum, bæði hjá leikum og lærdum.