Nordisk Kulturkontakt
Nordisk Kulturkontakt veitir stuðul innan trý høvuðsøki: flytføri (herundir til netverk) & búdeplar, mentan & list og telduspøl.
Nordisk Kulturkontakt veitir stuðul innan trý høvuðsøki: flytføri (herundir til netverk) & búdeplar, mentan & list og telduspøl.
Endamálið hjá Norðurlandahúsinum er fyrst og fremst at miðla norðurlendska mentan til Føroya og føroyska mentan til Norðurlond. Norðurlandahúsið skal harumframt stuðla føroyskum mentanarlívi í tøttum samstarvi við føroysk mentanarfólk.
Føroyskar skipa- og bátasmiðjur og onnur kunnu søkja Vinnuframa, ið umsitur stuðul til skipasmiðjur, um stuðul at byggja og umbyggja skip, bátar og aðrar flótandi eindir.
Endamálið hjá Vinnuframa er , at hann skal stuðla vinnuni í avmarkaðan mun – uttan at veita rakstrar- og íløgustuðul. Grunnurin stuðlar tiltøkum sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan.Allar vinnur
Tað er Filmhúsið, ið varðar av umsóknum um stuðul viðvíkjandi filmi í Føroyum.
Visit Faroe Islands veitir stuðul til ferðavinnu átøk.
Búagrunnurin hevur til endamáls at stuðla føroyskum vinnulívi, serliga fiskivinnuni.
Endamálið við útoyggjamenning er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar.
Endamál grunsins er at fremja andliga sambandið millum Føroyar og restina av danska ríkinum. Í hesum liggur mentanarflutningur í breiðari merking millum Føroyar og Danmark og eisini millum Føroyar og Grønland.
FarLit varpar ljós á føroyskar bókmentir í útheiminum við tí endamálinum at fáa upprunaføroyskar bókmentir týddar og útgivnar á øðrum málum.