BYRJAN
Tú hevur fingið tað góða hugskotið, og nú er at seta tað í verk. Størsta avbjóðingin er at fremja hugskotið í verki og at gera eina fyritøku, sum gevur yvirskot.
Best er at brúka neyðugu tíðina at kanna teir handilsligu møguleikarnar í hugskotinum, áðrenn farið verður í gongd av álvara. Kann hugskotið ikki bera yvirskot við sær, so skal tað sleppast beinanvegin.
Vinnuframaskipanin bjóðar ráð og vegleiðing til, hvussu hugskotið kann førast út lívið.
Spurningur 1:
Havi eg eitt hugskot, sum kann loysa onkran trupulleika hjá fólki, og sum fólk vilja gjalda fyri at fáa loystan?
Spurningur 2:
Kann hugskotið gerast til vørur ella tænastur, sum fólk vilja keypa? Tað er her, at konseptið gerst vinnuligt.
Spurningur 3:
Ber til at siga nærri, hvørjir kundar fara at keypa vøruna ella tænastuna?
Spurningur 4:
Hvørja kappingarstøðu er sannlíkt at eg komi í við nýggja virkseminum?
TAK FYRSTA STIGIÐ
Byrjan
Størsta avbjóðingin er at gera hugskotið til virksemi og eina fyritøku, sum gevur yvirskot.
Søla og marknaðarføring
Tað er altumráðandi, at tín fyritøka er sjónlig.
Stovna fyritøku
Fyrsta stig er tikið og tú ert nú í gongd við at byrja tína fyritøku.
Stuðuls møguleikar
Yvirlit yvir møguleikarnar fyri at søkja um stuðul til vinnufremjandi endamál.
Rakstrarætlan
Hvussu er ein rakstrarætlan samansett? Hvat vísir hon?
Bókhald
Vilt tú bóka sjálv/ur ella skal onkur annar gera tað fyri teg?
Virkisætlan
Vit ráða øllum íverksetum at gera eina virkisætlan, ið er eitt gott amboð hjá einari fyritøku at nýta.
Fígging
Situr tú og hugsar um tínar fíggingarmøguleikar, og hvussu tú kemur víðari?