Enn ein verkætlan fíggjað umvegis Hópfígging
Ó, søgur um djevulskap – sjónleikurin fíggjaður umvegis Hópfígging. So var enn ein verkætlanin fíggjað umvegis Hópfígging, hesaferð var tað pallsetingin av skaldsøguni eftir Carl Jóhan Jensen, sum eydnaðist at fáa fígging.
Tað er leikbólkurin Tvazz, sum stendur aftanfyri verkætlanina. Heimsframførslan verður í Norðurlandahúsinum tann 7.august 2021.
Vit ynskja Tvazz hjartaliga til lukku við góða úrslitinum og framhaldandi góða eydnu við verkætlanini.
Les meira um verkætlanina her