Íverksetarakvøld í Sandavági, við fokusi á nýhugsan í ferðavinnuni

25okt12:5312:53Íverksetarakvøld í Sandavági, við fokusi á nýhugsan í ferðavinnuni12:53 - 12:53

Um tiltakið

Tann 26. oktobur kl 19-21 skipar Visit Vágar fyri íverksetarakvøldi Úti á Gjógv í Sandavági. Um tú hevur áhuga í íverksetan, nýhugsan, ferða- og upplivingarvinnu, menning ella bara ert forvitin, ert tú vælkomin! 

Fokus hetta kvøldið verður nýhugsan í ferðavinnuni.

Til tiltakið verða áhugaverdar framløgur, drekkamunnur, og møguleiki at fáa eitt prát við onnur við sama áhuga. Eisini verður greitt frá fíggingarmøguleikunum, møguleikan fyri at søkja um at vera við til átakið Nýskapan í ferðavinnuni. Tilboðið er galdandi bæði fyri núverandi/etableraðar fyritøkur og fyri spírar á íverksetaraøkinum sum einans hava eitt hugskot

STAÐ
Úti á Gjógv, (pakkhúsinum hjá Fiskastykkinum), Úti á Bakka 12 í Sandavági.

TILMELDING
Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst. Tilmelding fer fram her.

Melda til í seinasta lagi tann 25.oktobur kl 12.

Hevur tú av misgávum ikki meldað teg til? Send so ein teldupost til [email protected].

SKRÁ

Kl. 19.00: Bjarni Prior, borgarstjóri, bjóðar vælkomin

Kl. 19.05: Tordis K. á Rógvi Biskopstø greiðir frá um nýggja VisitVágar, nýhugsan, samkapping v.m.

Kl. 19.15: Sóley H. Hammer og Súsanna Laursen frá Hugskotinum greiða frá um átakið “Nýskapan í ferðavinnuni” og íverksetan annars

Kl. 19.35: Randi Olsen greiðir frá um Breyðvirkið, tilgongd sum íverkseti og hópfígging

Kl. 19.50: Kali Bærentsen greiðir frá um Faroe Islands Surf Guide í Tjørnuvík

Kl. 20.05: Magni Thomsen frá Íverksetarahúsinum, greiðir frá um Hópfígging.

Kl. 20.10: Jónleyg Joensen, dagligur leiðari á Fiskstykkinum, hevur rundvísing og frágreiðing um pakkhúsið Úti á Gjógv

Kl. 20.25: Netverkan og drekkamunnur.

more

Tíð

(Týsdagur) 12:53 - 12:53