Stuðuls-møguleikar hjá NORA

15nov13:0015:00Stuðuls-møguleikar hjá NORA13:00 - 15:00

Um tiltakið

Týsdagin 15. november kl 13:00 koma Jákup Sørensen og Ernst Sumberg Olsen frá NORA, at greiða frá stuðulmøguleikum á almennum tiltaki í Hugskotinum. 

Virksemið hjá NORA er at veita fíggjarligan stuðul til ítøkiligar samstarvsverkætlanir í Norðurhøvum, og tá ið NORA stuðlar verkætlanum, er tað við hesum í huga: 

1. At stuðla menningini í økinum sum heild. 
2. At stuðla nýggjum loysnum, sum skapa ein fjølbroyttari búskap. 
3. At stuðla grønari, kappingarførari og sosialt burðardyggari menning í Norðuratlantsøkinum innan tey raðfestu aðalmálini. 
4. Virka fyri tættari samstarvi við okkara grannar fyri vestan, serliga Skotland.

Eftir eina framløgu, har teir eisini stutt koma inná Northern Periphery Programme, er møguleiki at fáa eitt prát við Jákup og Ernst um stuðulsmøguleikar. 

Tiltakið verður í fundarhølinum í Hugskotinum á Vestaru Bryggju 15, 3. hædd, týsdagin 15. november kl. 13:00, og øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin. Tó er neyðugt við tilmelding, melda til her: https://forms.office.com/r/bpPFfTzhdG

more

Tíð

(Týsdagur) 13:00 - 15:00