Frá heimamarknaði til heimsmarknað
Spennandi tiltak fríggjadagin 09. september
Hvat skal til hjá føroyskum fyritøkum fyri at náa út um landoddarnar? Hvat eyðmerkir okkara vinnumentan í mun til aðrar altjóða vinnumentanir? Og hvønn týdning hevur nýhugsan og íleggjaraumhvørvið í hesum sambandi?
Vinnuframi, Framtak, Hugskotið og Íverksetarahúsið bjóða til ein spennandi seinnapart, har hesir spurningar verða viðgjørdir og har ljós verður varpað á heimsmarknaðin sum okkara heimamarkað.
Á skránni vera tveir áhugaverdir fyrilestrahaldarar úr Tel Aviv, Osnat Lautman og Benny Shlick. Osnat er ein altjóða viðurkendur serfrøðingur innan vinnumentanir og hevur eitt nú skrivað bestseljandi bókina `Israeli Business Culture’. Benny er íverkseti og fyrilestrahaldari við drúgvum royndum innan start-ups, KT-vinnuna og íleggjaraumhvørvið. Tey bæði fara eitt nú at koma inn á orsøkina til góðu úrslitini í ísraelska íverksetaraumhvørvinum, serliga innan KT-vinnuna.
Harumframt fara føroyskar KT-fyritøkur at greiða frá teirra royndum og avbjóðingum á altjóða marknaðinum.
Tiltakið verður fríggjadagin 9. september frá kl. 13:00 – 15:00 í Finsen.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Melda til her