7 GÓÐ RÁÐ

  1. Hugsa teg væl um innan tú velur títt virkisøki

Tú kanst blíva íverksetari innan fyri eitt hvørt hugsandi virkisøki. Hóast teir nógvu møguleikarnar er tað týdningarmikið, at tú so vítt møguligt hevur fokus á tað virkisøki, har tú frammanundan hevur royndir og servitan innanfyri.

Tú kanst nevnliga ikki reka virksemi inna øll virkisøki – tískil mást tú velja eitt ávíst og avmarkað virkisøki at byrja við fyrst.

Ikki fyrr enn eftir at tú hevur fingið eitt gott úrslit innan fyrst valda virkisøki, kanst tú umhugsa at víðka virksemi í onnur øki.

At vera íverseti kann til tíðir vera sera orku og tíðarkrevjandi. Av hesi orsøk er skilgott, at tú velur at arbeiða innan eitt virkisøki, ið tú brennur fyri – annars er vandi fyri at tú brennur út.  

2. Útbúgving, menning og skeiðir

Tað eru eingin formlig krøv fyri útbúgving ella serligum royndum, innan tú gert íverseti.

Tað krevur einans eitt gott hugskot og eina hóskandi mongd av framsøkni og dirvi.

Harvið ikki sagt, at tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur eitt sindur av útbúgving í viðførinum.

Til dømis, um tú droymir at byrja ein KT fyritøku, vil eitt sindur av fakligari vitan um forritan og teldufrøði uttan iva vera ein fyrimunur.

Innlit í marknaðarføring, roknskap og jura kann eisini vera sera nyttuligt í menningini av tínari fyritøku.

Í Føroyum eru møguleikar fyri at taka útbúgvingar og skeiðir, sum eru málrættað íverksetum.

Harumframt kanst tú fáa serkøna ráðgeving og hjálp frá vinnuframaskipanini, herundir Íverksetahúsið, Vinnuframi og Framtak.

Hesir stovnar eru fúsir at hjálpa tær, líkamikið hvar tú ert í tilgongdini sum íverkseti.

3. Ger eina virkisætlan

Vit ráða øllum íverksetum at gera eina virkisætlan (Business Plan), ið er eitt gott amboð hjá einari fyritøku at nýta.

Ein virkisætlan er eitt skjal, sum lýsir tínar ætlanir við fyritøkuni, og hvsussu tú ætlar tær at røkka hesum ætlanum.

Virkisætlanin kann hjálpa tær at fá yvirlit og meta um núverandi støðuna hjá fyritøkuni, og harvið hvar tú frameftir skal leggja tína orku.    

Ein góð virkisætlan eigur at innihalda ítøkilig mál. Til dømis, hvussu nógvar pengar tú kundi hugsa tær vunnið fyrsta árið.

Tá ið tú hevur røkkið tínum málið, er tað skilagott at seta sær nýggj og hægri mál.

Umframt ítøkilig mál, er tað neyðugt at virkisætlanin inniheldur eina strategi, hvussu tey settu málini kunnu røkkast.

Ger tína strategi so ítøkiliga, sum yvirhøvður tilber.

Hevur tú ein góða og greiða virkisætlan, er møguleikar fyri at íleggjarir og møguligir samstarvsfelagir geva tínum hugskotið ans.

Tískil er tað týdningarmikið at tú hugsar nágreiniliga um, hvussu tín virkisætlan sær út, innan tú setur teg í samband við íleggjarir og møguligir samstarvsfelagir.

Hevur tú tørv á at gera eina virkisætlan, kanst tú finna eina skablón her:

4. Avgerð hvør tín malbólkur er

Títt virkshugskot vil mest sannlíkt ikki hava áhugan hjá øllum. 

Tískil er tað skilagott at avmarka tín málbólk. Harvið kanst tú hugsavna teg, um at menna títt hugskot fyri júst tí bólkinum av fólki, sum tú hevur sett tær fyri at røkka.

Til dømis kanst hava niðanfyri standandi metingarstøði í huganum, tá ið tú avgerð hvør tín málbólkur er:

  • Aldur
  • Kyn
  • Inntøka
  • Mentan
  • Bústaður
  • Útbúgving
  • Starv

Hetta skal ikki síggjast, sum ein fullfíggjaður listi, men er bert eitt dømi fyri at geva eina hóming av, hvussu nógv ymisk viðurskifti kunnu gera seg galdandi, tá ið tú skalt velja tín málbólk.

5. Brúka tíð uppá at menna títt netverk

Netverk, netverk, netverk. Tú hevur mest sannlíkt hoyrt hesa vending ofta áður.

Netverk er ein týdningarmikil partur av einum og hvørjum arbeiði, og serliga fyri teg sum nýggjur íverseti.

Umvegis eitt gott netverk kanst millum annað finna kvalifiseraða arbeiðsmegi til tína nýggju fyritøku.

Eitt gott netverk er eisini við til at tryggja tær betri møguleikar at vekja áhuga hjá íleggarum og komandi samstarvsfelagum. 

Hvat er so lykilin til at fáa bygt upp eitt gott netverk?

Tú er uttan iva longu væl ávegis. Sosialir miðlar eru nemliga ein sera hentur pallur til at netverka, og mest sannlíkt gert tú longu brúk av teimum sosialu miðlunum.

Tá ið tú hevur orðað eina greiða virkisætlan við ítøkiligum málum og einari stategi, er tað ómaksleyst at senda beinleiðis boð og gera uppsløg á til dømis facebook, instagram ella LinkedIn, har tú spyr um hjálp til júst títt hugskot.

6. Lær teg at selja títt hugskot

Brúkarir í dag hava nærmast eina óavmarkað mongd av møguleikum, tá ið teir skulu keypa vørur og tænastur.

Sostatt er ein av tínum týdningarmiklastu uppgávum, sum íverkseti at sannføra brúkarinir um, at júst tín vøra ella tænasta er ørðvísi.

Innanfyri handil verður ofta tosað um USP – Unique Selling Point.

Her verður víst til teir eginleikar við tínari vøru ella tænastu, ið víkja frá teimum mongu øðru møguleikunum sum longu eru á marknaðinum.

Tá ið tú hevur fingið greiðu á um tínum USB, kanst tú lætt umseta hetta til eina sannførandi sølutalu. Bæði fyri tínum kundum, men eisini fyri íleggarum.

Kanna marknaðin innan fyri tað virkisøki, sum tú hevur valt at arbeiða innan.

  • Hvat bjóða tær núverandi vørurnar og loysnirnar á marknaðinum?
  • Hvussu kann tín vøra “nakað eyka”?
  • Hvørji hol í marknaðinum kanst tín fyritøka fylla út?

Við at seta sær sjálvum líknandi spurningar leypandi, ert tú væl ávegis at menna eina góða sølutalu.

7. Hugsa støðugt um marknaðarføring

Marknaðarføring er tydningarmikið ígjøgnum alla tína tilgongd sum íverkseti.

Sjálvt um tú hevur tað bestu vøruna á marknaðinum, er tað eingin, sum keypur hana, um tey ikki kenna til hana.

Tessvegna er marknaðarføringin ein tann týdningarmesta fyritreytin fyri at eydnast væl sum íverseti.

Minst til at hava fokus á júst tín málbólk í tínari marknaðarføring.

Eins og teir sosialu miðlarnir eru týdningarmiklir, tá ið talan er um netverkan, eru teir ein altavgerandi pallur at brúka, tá ið talan er um marknaðarføring, sum íverseti.

Umvegis sosialu miðlarnir kanst tú røkka røkka júst tínum málbólki lutfalsliga bíliga, og fáa nágreiniligar dátur, um hvussu málbólkurin reagerar uppá marknaðarføringina.

Vendir tín vøra seg fyrst og fremst til ung, kanst tú til dømis umhugsa at samstarva við ávirkarir “Influencers” um tína marknaðarføring.