Fígging

Fígging er ein týdningarmikil partur av byrjanini.

Íverksetarar kenna tað væl. Tá ein situr og arbeiðir við sínum hugskoti og er í ferð við at byrja eina nýggja fyritøku. Tað er ofta ein avbjóðing, og hvar skalt tú leita tær fígging.

Tey flestu hugsa helst um bankan. Men tað er ikki altið her tú skal fara fyrst. Tann besta trygdin ein banki kann fáa, er at fyritøkan er før fyri at gjalda skuldina aftur. Hesa trygdina kanst tú ikki altíð geva í byrjanini av tínum virksemi, tá tað ræður um at fáa selt tína fyrstu vøru og byggja ein marknað upp. Tú hevur ikki nakað at gjalda aftur við, fyrr enn tú hevur inntøkur av tínum vørum ella tænastum.

Hvørjir aðrir møguleikar eru so hjá íverksetarum í byrjanini av sínum virksemi?

Ein kann søkja um stuðul frá Vinnugrunnum ella lán frá íløgufeløgum, sum trúgva uppá verkætlanina og eru sinnaði at taka ein størri váða enn bankin.

Ein annar møguleiki er eisini, at arbeiða hart og vinna eitt sindur av peningi við síðuna av. Ein týdningarmikil partur er eisini eginfígging. Hetta merkir, at tú sum íverksetari sjálvur hevur spart eitt sindur av pengum saman. Hetta viðførir, at tú hevur minni brúk fyri aðrari fígging. Haraftrat er eginfígging eitt gott tekin, tá tú skal søkja íløgufeløg ella bankar um írestandi fíggingina.

Situr tú og hugsar um tínar fíggingarmøguleikar, og hvussu tú kemur víðari, set teg í samband við okkum, vit hjálpa fegin.

Hópfígging

Ein alternativur háttur at fáa fígging er Hópfígging.

Umvegis Hópfígging er tað møguligt at fáa fíggjarligan stuðul til tína værkætlan, uttan at fara ígjøgnum ta vanligu, og til tíðir truplu mannagongdina við at lána pening í bankanum ella søkja stuðul frá ymsum aktørum.

Við Hópfígging ber til at fáa tína verkætlan fíggjaða, ígjøgnum smærri mongdir av kapitali frá fleiri íleggjarum/stuðlum. Við hópfígging er møguligt hjá einum og hvørjum at stuðla, teimum verkætlanunum sum fangar teirra áhuga.

Hópfígging virkar soleiðis, at ein og hvør við einum góðum hugskoti til eina verkætlan, er vælkomin at leggja sítt hugskot út á hópfíggingarportalin, og soleiðis søkja fígging til sína verkætlan. Verkætlanareigarin kann lýsa sína verkætlan á portalinum ígjøgnum tekst, myndir, video osfr. Harumframt verður tað lætt og ómakaleyst at deila verkætlanina á teimum sosialu miðlunum.

Hevur tú eina verkætlan ið tørvar fígging, so er hópfígging kanska nakað fyri teg. Les meira her um Hópfígging her

Ynskir tú meira kunning um, hvussu tú kanst fáa tína verkætlan á hópfíggingarportalin, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, vit hjálpa fegin.

Fígging
Fígging
Fígging
Fígging