Søla og marknaðarføring

Tú kanst hava eitt frálíkt hugskot og tín vøra kann vera heilt serstøk, men uttan at kundarnir kenna til tín og tína fyritøku, er ikki serliga sannlíkt at tín fyritøka er lívi laga. Tískil er tað altumráðandi, at tín fyritøka er sjónlig, um tú ynskir at hon skal kunna vaksa.

Harumframt tað heilt avgerandi fyri tína fyritøku, at tú gert tær eina góða sølu- og marknaðarførings-strategi, sum kann vera við til at tryggja tær eitt gott kunda grundarlag.

Marknaðarføring í nýstovnaðnum virki

Marknaðarføring skal ikki bara síggjast, sum ein útreiðsla, men sum ein háttur at fáa nýggjar inntøkur og økja um talið av tínum viðskiftafólki. Við góðari markanaðarføring kanst tú draga nýggjar kundar til tína fyritøku.

Niðanfyri eru nøkur av teimum marknaðarføringsátøkunum vit mæla til, at tú brúkar:

Sosialir miðlar: En bíligur og nemmur máti at marknaðarføra tína fyritøku. Um tú ynskir at eydnast væl við at brúka teir sosialu miðlarnir krevur tað, at tú regluliga kemur við innihaldi og hevur ein virkna hjáveru á tínum vanga.

Búmerkið: Títt andlit úteftir og soleiðis umheimurin kennir tína fyritøku aftur. Tað er týdningamikið at búmerkið hóskar við tann samleikan, sum tín fyritøka hevur og til hugskotið, ið liggur aftanfyri.

Heimasíða: Um tínir kundar ikki kunnu finna teg á alnótini, er tað næstan tað sama sum, at tín fyritøka ikki er til. Tørvurin á, at júst hava eina heimasíðu, kann vera ymiskur frá fyritøku til fyritøku, men er í flestu førum ein fyrimunur. Heimasíðan kann nýtast bæði til lýsa við og sum arkiv fyri fyritøkuna.

Netverkan: Tað er altumráðandi, at tú brúkar títt núveradi netverk við møguligar kundar og samstarvsfelagar. Og eisini at tú framhaldandi roynir at økja um títt netverk, og leypandi hugsar um mátar at gagnnýta hetta á besta hátt. Til dømis kanst tú við at møta upp til lokal vinnutiltøk, vísa teg og tína fyritøku fram.

Set teg í samband við okkum um tær tørvar ráðgeving ella íblásur, vit hjálpa fegin.

Vinnuframi

Endamálið hjá Vinnuframa er , at hann skal stuðla vinnuni í avmarkaðan mun – uttan at veita rakstrar- og íløgustuðul. Grunnurin stuðlar tiltøkum sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan.Allar vinnur

Hugskotið

Ráðgeving og vegleiðing til at byrja egið virksemi