24/11: TILTAKIÐ ER ÚTSETT!Lær at gera poddvarp við Bjarna Arge
24/11: TILTAKIÐ ER ÚTSETT!
Arbeitt verður við at finna eitt nýtt tíðspunkt. Hesum boða vit frá, so skjótt sum vit vita meir.
Miðlafrøðingurin og onnur helvtin av vælumtókta poddvarpinum Amatøroyar, Bjarni Arge, fer at greiða frá sínum royndum at framleiða poddvarp í Íverksetarahúsinum komandi hóskvøld, 24.novembur kl.19.00. Harumframt fer hann at geva góð ráð til, hvat hugsast skal um, tá farið verður ígongd við poddvarp framleiðslu: hvat riggar, hvat ikki riggar og hvussu mann kemur í gongd.
Harumframt fer Bjarni Arge at koma inn á, hvussu poddvarp í roynd og veru kann brúkast sum eitt vinnuligt amboð. Tiltakið er tískil fyri bæði einstaklingar, áhugafeløg og fyritøkur.
Tiltakið er ókeypis!
Tó krevst tilmelding, sum fer fram her.