Skúla FM finalan
Fríggjadagin, 24.februar, fara heili níggju bólkar at kappast í finaluni um SkúlaFM!
Hetta er árliga kappingin, har skúlanæmingar í framhaldsdeildunum kring alt landið, kappast í íverksetan.
Finalan byrjar kl.09.30 og verður í Norðurlandahúsinum.
Gott 150 næmingar úr framhaldsdeildunum kring alt landið, hava seinasta árið luttikið í skeiðum, sum Íverksetarahúsið hevur skipað fyri. Hetta eru skeið í m.a start-up, søla og framførsla og leiðsla og nýskapan. Harumframt hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan á skúlunum, og hava á tann hátt eisini arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur, sum tey síðan hava ment. Tað eru nøkur av hesum hugskotunum, ið vit fara at síggja meir til fríggjadagin.
SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, har sjóneykan verður sett á stovnsetan av egnum virki.
Verkætlanir sum hesar, eru við at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum, longu frá ungum árum, umframt at tær geva næmingum møguleikan at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.
Í ár eru næmingar frá Skúlatrøð, NámX, Eysturskúlanum, Tofta- og Runavíkar kommunuskúla og skúlanum við Løgmannabreyt við til finaluna.
Til finaluna fríggjadagin verður tað landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, ið setur finaluna. Síðan fara næmingarnir at leggja fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestur verkætlanina. Tá dómarapanelið fer at umráða seg í steðginum, kemur vælumtókti bólkurin RSP at framføra.
Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Next Level er líknandi donsk kapping fyri skúla ungdóm. Hetta verður fjórða árið, at vit senda føroyskt umboð at luttaka í tí kappingini, sum vit hava klárað okkum sera væl til. Eitt nú vann Duell, ein bólkur úr NámX, kappingina í 2021 og í fjør gjørdist Ovis, úr Runavík, nummar trý.
Betri og Føroya Tele geva 5.000,- kr. hvør í til vinnandi bólkin, sum síðan er ein partur av fíggingini til ferðina til Next Level kappingina í Danmark. Bólkur nr. 2 og 3 fáa somuleiðis ein vinning á ávíkavist 1.500 kr. og 1.000 kr.
SkúlaFM er eitt samstarv ímillum Íverksetarahúsið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og skúlarnar kring landið.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.
Vinarliga
Íverksetarahúsið
Skráin:
kl.09.00 Dyrnar lata upp
kl.09.30 Íverksetarahúsið bjóðar vælkomin
kl.09.35 Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, setur
dagin.
Kl.09.45 Framløgur
Kl.11.15 Steðgur
Kl.11.35 RSP
Kl.12.00 Avdúking og handan