SØLA OG MARKNAÐARFØRING

Tú kanst hava eitt frálíkt hugskot og tín vøra kann vera heilt serstøk, men um kundarnir ikki vita um teg og tína fyritøku, er lítið sannlíkt at fyritøkuni er lív lagað. Tí hevur tað alt at siga, at fyritøkan er sjónlig.

Tí er eisini avgerandi at tú gert tær eina góða sølu- og marknaðarføringsætlan, sum kann vera við til at tryggja tær eitt gott kundagrundarlag.

Marknaðarføring í nýstovnaðum virki

Marknaðarføring skal ikki bara síggjast sum ein útreiðsla, men sum ein íløga í at økja talið av viðskiftafólkum og at fáa nýggjar inntøkur.

Niðanfyri eru nøkur av teimum marknaðarføringsátøkunum, ið vit mæla til, at tú brúkar:

Sosialir miðlar: Tað er bíligt og einfalt at marknaðarføra á sosialu miðlunum. Týdningarmest er, at tú regluliga leggur nýtt tilfar út og at tú hevur eina virkna hjáveru á tínum vanga.

Búmerkið: Títt andlit úteftir og soleiðis sum umheimurin kennir tína fyritøku aftur. Tað er týdningamikið, at búmerkið hóskar við tann samleikan, sum tín fyritøka hevur og til hugskotið, ið liggur aftanfyri.

Heimasíða: Um tínir kundar ikki kunnu finna teg á alnótini, er tað næstan tað sama sum, at tín fyritøka ikki er til. Tørvurin á at júst hava eina heimasíðu kann vera ymiskur frá fyritøku til fyritøku, men er í flestu førum ein fyrimunur. Heimasíðan kann nýtast bæði til at lýsa við og sum arkiv fyri fyritøkuna.

Netverkan: Tað er altavgerandi, at tú brúkar títt núverandi netverk við møguligar kundar og samstarvsfelagar. Og eisini at tú framhaldandi roynir at økja um títt netverk, og leypandi hugsar um mátar at gagnnýta hetta á besta hátt. Til dømis kanst tú við at møta upp til lokal vinnutiltøk vísa teg og tína fyritøku fram.

 

 

TAK FYRSTA STIGIÐ

Byrjan

Størsta avbjóðingin er at gera hugskotið til virksemi og eina fyritøku, sum gevur yvirskot.

Søla og marknaðarføring

Tað er altumráðandi, at tín fyritøka er sjónlig.

Stovna fyritøku

Fyrsta stig er tikið og tú ert nú í gongd við at byrja tína fyritøku.

Stuðuls møguleikar

Yvirlit yvir møguleikarnar fyri at søkja um stuðul til vinnufremjandi endamál.

Rakstrarætlan

Hvussu er ein rakstrarætlan samansett? Hvat vísir hon?

Bókhald

Vilt tú bóka sjálv/ur ella skal onkur annar gera tað fyri teg?

Virkisætlan

Vit ráða øllum íverksetum at gera eina virkisætlan, ið er eitt gott amboð hjá einari fyritøku at nýta.

Fígging

Situr tú og hugsar um tínar fíggingarmøguleikar, og hvussu tú kemur víðari?