Tonik

Sett kross í kalendaran 12.maj, tí tá verður slóðbrótandi og altjóða tiltakið, TONIK, í Føroyum!

Tonik er í roynd og veru ein heilsubótarløgur, ið ger at tú fært tað betur! Tonik gevur tær styrki og kveikir.

Tað er júst hetta, sum tiltakið Tonik eisini ger 12.maj, tí tá rennur nemliga nakað av tí allarbesta, sum vit hava í Føroyum, innan blandað tøkni/KT og List saman. Umframt at aðrir áhugaverdir persónar og fyritøkur, bæði úr Føroyum og uttan úr heimi, eisini luttaka.

Tjekka www.tonik.fo út, so fært tú eitt uppaftur betri innlit í, hvat Tonik er.

Tað er Íverksetarahúsið, Hugskotið, Vinnuframi, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri tiltakinum.