,UM ÍVERKSETARAPORTALIN

Lunarnir undir Íverksetaraportalin blivu lagdir í samgonguskjalinum frá 14.september 2019.

Tað er Vinnuframaskipanin sum stendur aftanfyri Íverksetaraportalin og Íverksetarahúsið, ið umsitur portalin.

Endamálið við Íverksetaraportalinum, er at veita eina hjálpandi hond til íversetarar, við at samla viðkomandi kunning her á síðuni.

Tað er okkara vón at hendan síðan verður til gleði og gagn fyri teg, sum antin er íverseti, ella hevur ein dreym um at gerast íverkseti.

Her á síðuni finnur tú kunning, um hvussu tú kemur í gongd, og hvussu tú kemur víðari. Eisini eru heintar leinkjur til allar aktørar, ið arbeiða við at fremja íverksetan, góð ráð og mangt annað, sum hevur týdning hjá tær sum ætlar at byrja egið virksemi ella ert byrjaður.

Hví íverksetan

Vit hava eitt ynski um at Føroyar skal vera eitt land, har íversetarir hava góðar treytir og umstøður at virka undir, og vilja stuðla tær sum íverkseta.

Sum íverkseti ert tú við at skapa virðir og arbeiðspláss, ið hava alstóran týdning fyri føroyska samfelagið. Tað er í hesari ásannan at politiski mynduleikin hevur set á stovn Vinnuframaskipanina, sum hevur til endamáls at stuðla uppundir vøkstur og nýhugsan í føroyska vinnulívinum.

Øll í Vinnuframaskipanini veita óhefta, serkøna ráðgeving, ið altíð er í trúnaði. Vit í Vinnuframaskipanini virka sum tín persónligi ráðgevi og er til fyri at hjálpa íverksetum.Tú ert altið vælkomin at seta teg samband við okkum. Samband