Vestnordfonden

Týsdagin 14. juni kl. 13:00 kemur Bjartur Nolsøe, stjóri í Vestnordenfonden (Útnorðurgrunninum), at greiða frá um lánimøguleikar.Virksemið hjá Vestnordenfonden er at læna pengar út til fyritøkur í Føroyum og í Grønlandi. Eftir eina stutta framløgu er møgleiki at fáa eitt prát við Bjarta um lánimøguleikar. Tiltakið er ætlað íverksetarum, smáum og miðalstórum fyritøkum, og verður í Hugskotinum 14. juni kl. 13-15.Øll eru hjartaliga vælkomin, tó er neyðugt við tilmelding.

Melda til við at senda eini boð her ella ein teldupost til [email protected]