Vinnuforum

Hósdagin 31. mars verður spennandi vinnutiltak í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestara Bryggju í Havn. 

Tórshavnar kommuna og Hugskotið skipa fyri afturvendandi tiltakinum Vinnuforum, har bjóðað verður inn til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur.

Hesaferð verður sjóneykan sett á grøna umlegging, ið slóðar fyri nýhugsan. Tað verða bæði útlendskir og føroyskur fyrilestrarhaldarar.

Prísvinnandi og altjóða viðurkendi serfrøðingurin innan burðardygg vinnurák, Tania Ellis, fer at greiða frá, hvussu stórar eins og lítlar fyritøkur kunnu menna nýskapandi og burðardyggar virkisgongdir, ið skapa virði bæði fyri fyritøkuna sjálva og fyri samfelagið..

Pætur Jakobsen, stjóri í føroysku fyritøkuni SMJ, fer at greiða frá, hvørji grøn átøk SMJ hevur framt í fyritøkuni  í sambandi við luttøkuni í ‘Burðardygt vinnulív’ og hvørjar framtíðarætlanir eru. 

At enda fer Jens Brandt Bering, stjóri á Veitingardeildini í donsku fyritøkuni Niras, at greiða frá, hvørjir møguleikar føroyski skipaflotin hevur at leggja um til grøna orku.

Vinnuforum byrjar kl. 13.30 og endar kl. 16.00

Aftaná tiltakið verður ábit og netverkan.

TIL BER AT TEKNA SEG her: https://hugskotid.fo/tidindi/2022/3/7/vinnuforum-grn-umlegging-i-slar-fyri-nhugsan