Hvussu komi eg í gongd?

Droymir tú um at byrja tína egnu fyritøku? Við tínari egnu fyritøku hevur tú frælsið til at avgera, hvussu tín arbeiðsdagur skal síggja út, tó eru tað nøkur viðurskiftið, ið tú mást hugsa um, innan tú tekur fyrsta stigið sum íverkseti.

Hugsa um, hvat tú ert dugir væl, og hvat tær dámar at arbeiða við – kanst tú gera hetta til ein vinnuveg? Hvat halda familja, vinir og møguligir komandi kundar um títt hugskot?

Tú skalt hugsa um tað pratiska, hvussu skalt tú skipa tín arbeiðsdag? At vera íverkseti merkir í praksis, at tú ikki altíð kann hava ein 08 – 16 arbeiðisdag. Harumfrat skalt tú hugsa um, hvaðani tú skal arbeiða frá, og hvørja amboð tú hevur tørv á fyri at gera títt arbeiði.

Niðanfyri eru tínir møguleikar deildir upp alt eftir tí tú hevur tørv á fyri at koma í gongd.