Hvat er næsta stigið?

Hevur tú skráset tína fyritøku ella títt felag ?

Så ert tú longu væl ávegis. Nakað av tí týdningarmesta fyri at eydnast væl sum íverkseti er nevnliga dirvi til at droyma stórt. Tað er sjálvandi ein rúgva av øðrum viðurskiftum, ið tú eisini skal taka hædd fyri. Tískil hava vit her á síðuni, samlað nakað av tí týdningarmesta, sum tú hevur tørv á vita fyri at koma væl frá byrjan.

Tú hevur fingið eitt gott hugskot og kann ikki bíða at royna hugskotið av.

Men hvat er so næsta stigi til at blíva ein væl eydnaður íverkseti?
Tað er sjálvsagt ikki nakað lætt og endaligt svar uppá hetta. Tað er treytað av tínum egnum førleikum, tínum valda arbeiðsøki og nógvum øðrum viðurskiftum. Kortini hava vit samla sjey ítøkilig góð ráð, ið kunnu hjálpa tær víðari á leiðini sum íverkseti.

Niðanfyri eru tínir møguleikar deildir upp alt eftir tí tú hevur tørv á fyri at taka næsta stigið.

1. Hugsa teg væl um innan tú velur títt virkisøki

2. Útbúgving, menning og skeiðir

3. Ger eina virkisætlan

4. Avgerð hvør tí málbólkur er

5. Brúka tíð og orku uppá títt netverk

6. Lær teg at selja títt hugskot 

7. Hugsa støðugt um marknaðarføring