Rakstrarætlan

Hevur tú tørv á at gera eina rakstrarætlan, kanst tú finna eina skablón her:

Rakstrarætlan Tak niður

Set teg í samband við okkum um tær tørvar ráðgeving til rakstrarætlan. Vit hjálpa fegin.

Føroyagrunnurin frá 1971

https://www.foroyagrunnurin.fo/

Føroyagrunnurin frá 1971 er vinnurekandi grunnur, sum hevur til endamáls at eiga partapening í JFK og øðrum fyritøkum. Somuleiðis hevur grunnurin til endamáls at brúka part av rentuinntøkunum til stuðul til lesandi innan fiskivinnuna. 

Norðurlandahúsið

https://www.nlh.fo/

Endamálið hjá Norðurlandahúsinum er fyrst og fremst at miðla norðurlendska mentan til Føroya og føroyska mentan til Norðurlond. Norðurlandahúsið skal harumframt stuðla føroyskum mentanarlívi í tøttum samstarvi við føroysk mentanarfólk.

Royndin

https://www.foroyagrunnurin.fo/

Endamálið við felagnum er sum framtaksfelag at gera íløgur í fyrst og fremst føroyskt vinnuvirksemi við avkasti fyri eyga og samstundis stimbra føroyskum fyritøkum at mennast og vaksa

Vinnuframi

https://vinnuframi.fo/

Endamálið hjá Vinnuframa er , at hann skal stuðla vinnuni í avmarkaðan mun – uttan at veita rakstrar- og íløgustuðul. Grunnurin stuðlar tiltøkum sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan.Allar vinnur

FarLit

https://www.farlit.fo/

FarLit varpar ljós á føroyskar bókmentir í útheiminum við tí endamálinum at fáa upprunaføroyskar bókmentir týddar og útgivnar á øðrum málum. 

Útnorðurgrunnurin

https://vestnorden.is/

Endamálið hja Útnorðurgrunninum, den nordiske udviklingsfond for Vestnorden, er at fremja menningina av einum fjøtáttaðum kappingarførum vinnulívið í Útnorður við at veita lán, tilskot og stilla garantiir fyri verkætlanum sum hava tilknýti til ella eru til fyrimuns fyri smáar og millumstórar fyritøkur.

Granskingarráðið

https://www.gransking.fo/

Høvuðsarbeiðsøki hjá Granskingarráðnum er at ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum, og harumframt at umsita Granskingargrunnin, sum veitir fígging til gransking og menning

Hópfígging

https://www.hopfigging.fo/

Endamálið við Hópfíggingarportalinum er at stuðla upp undir og menna íverksetan í Føroyum við at gera tað lættari hjá íverksetarum og íleggjarum at finna hvønn annan.

Fiskivinnuroyndir

http://www.fvg.fo/

Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.

ALS

https://www.als.fo/

Høvuðsendamálini hjá ALS eru at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, og at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði,
og harumframt at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin.