Globe Tracker fekk heiðurin sum Ársins Íverkseti 2022

Fyrr í dag bleiv kunngjørt, at fyritøkan Globe Tracker, er kosin Ársins Íverkseti 2022.

Ársins Íverksetaradagur varð seinnapartin hildin í Klingruni hjá Føroya Tele. Fitt av fólk var komið saman til árliga dagin, ið Íverksetarahúsið skipar fyri, har føroysk íverksetan verður heiðrað.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna Globe Tracker til Ársins Íverkseta. Landstýrismaðurin segði millum annað:

“Globe Tracker hevur víst stórt áræði og dirvi við at hugsa globalt frá fyrsta degi. Felagið hevur havt stóran vøkstur seinastu árini og er í løtuni globalur marknaðarleiðari í loysnum fyri supply chain visibility (sjónligheit), serliga innan ‘cold chain’ økið, sum er køli- og frystibyngjur.

Globe Tracker hevur í dag væl omanfyri 100.000 loysnir installeraðar á bingjum um allan heim og hetta tal væntast at fleirifaldast komandi árini. Dómsnevndin sær sera stórt potentiali í fyritøkuni, og um fíggjarligu gongdina kann sigast, at umsetningurin er vaksin skjótt. Globe Tracker er ein fyrimynd hjá føroyskum íverksetarum og fyritøkum og gevur teimum íblástur og mót upp á hugsa stórt.

Peter Aalbæk Jensen sum er kendur danskur filmsframleiðari var høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi, har temaði í ár var filmsvinnan. Harumframt hugleiddu týðandi persónar innan føroysku filmsvinnuna, Tina Wagner, leiðari í Filmshúsinum, Jón Hammer, fimlsframleiðari og kendur fyri sín leiklut í m.a TROM, James Bond og altjóða filmsverkætlanini, sum er ávegis, Peter Pan. Eldhugaði filmsframleiðari, Pætur Marjunarson Dahl, hugleiddi hvørt føroyskur filmur fær nakran ágóða av øllum áhuganum og altjóða verkætlanunum, sum vit hava sæð í Føroyum, seinastu árini.

Íverksetarahúsið ynskir Globe Tracker hjartaliga til lukku við heiðrinum sum Ársins Íverkseti 2022.